V
Vegna ólag á flogferðsluni er al

Dansa saman

Føroyingar elska tónleik og dans. Tað er sunt fyri likam og sál at dansa. Dansurin hevur somuleiðis tann eginleika at vaksin pør fáa eina stund saman uttan Facebook, Iphone, sjónvarp og annað fjas. Dansurin gevur gleðina frá tónleiki, vælveruna frá rørsluni og eydnuna frá samveruni. Fyri trivna er dansur tí eitt sera gott íkast til samfelagið og ein góð íløga í parlagið –umframt at tað er sunt.

Dansur og samstarv

Dansifrøi og LS Dans samstarva um ein leist har arbeitt verður saman við kenda dansiskúlan hjá Marianne Eihilt í Århus, Let’s Dance. Peter Stokkebroe, sum er fleirfaldur heimsmeistari,og hevur ítróttarligu ábyrgdina í Let’s Dance – fer at hava ábyrgdina av at skipa dansifrálæruna og verður høvuðslærari. Peter Stokkebroe og aðrir topdansarar koma til Føroyar mánaðarliga at undirvísa.

Ítriv

 Undirvíst verður í latindansunum samba, cha-cha-cha, jive, rumba og standarddansunum vals, tango, slow fox og quickstep.
Fyri vaksin: Undirvíst verður tveir tímar hvørja fer fyri vaksin. Dansifrøi skipar síðan sjálvt fyri undirvísing tær tríggjar vikurnar ímillum at LS skeiðini eru – tað verða hjúnini Vidtfeldt, sum skipa fyri tí. Hetta dansiskeiðið er fyri øll, til tykkum sum ongantíð hava dansa og eisini til tykkum sum hava dansa eitt sindur.
LS Dans  | Tlf.: 605727 | bogi_eliasen@hotmail.com